mandag den 29. oktober 2012

Feys reyp!

Javnaðarflokkurin hevur framt nógv úrslit seinastu valseturnar í Býráðnum í Havn. Listin yvir avrikini er alin langur, - og tað er ikki reyp, hvørki vanligt reyp ella feys reyp.
Úrslit verða framd í góðum samstarvi við onnur, gamaní, men javnaðarflokkurin hevur sitið við róðrið og ein sterkur javnaðarflokkur skal til, fyri at verða tann, sum stingur út í kortið og leggur leiðina.
Komandi setuna eru nógvar spennandi avbjóðingar. Vit skulu alsamt arbeiða við at fáa meira lív í miðbýin, sjálvt hjartað í býnum. Her skulu gerast fleiri átøk fyri at fáa pulsin ordiliga at sláa. Vágsbotnur er eitt økið, sum lív er komið í aftur seinastu árini, og her kunnu átøk gerast fyri at fáa pulsin enn meiri upp. Á Kongabrúnni eru gjørdar íløgur og umstøðurnar eru nú batnaðar munandi. Talan er um eitt sera spennandi øki, sum umfatar havnalag og Tinganes og eru fleiri uppskot frammi um, hvussu pulsurin kann fáast upp her eisini.
Tað fyriliggja nógv uppskot, nógvir tankar og nógvar skitsur og hvør havnarborgari hevur sína meining um, hvussu gerast skal, fyri at fáa lív aftur í miðbýin. Vit kunnu ikki fylgja teimum øllum og øll kunnu ikki fáa síni ynski uppfylt, - tað er púra greitt. Men sum politikarar er tað okkara uppgáva, at taka yvirskipaðar avgerðir, gera raðfestingar av tí leið, vit skulu leggja fyri miðbýin. Tað verður ikki gjørt eftir einum ári ella einum valskeiði, - men um leiðin er løgd, so kann byggjast víðari alla tíðina innan tær útstungnu býarskipanarligu rammurnar og innan fyri tær fíggjarligu rammurnar, sum býurin til eina og hvørja tíð kann bera.
Politikkur er at vilja. Politikkur er at raðfesta millum nógvar góðar tankar og nógv góð hugskot, so tað besta fæst burturúr. Politikkur er at fremja úrslit. Við Javnaðarflokkinum eru framd nógv úrslit í Tórshavnar kommunu, og tú kanst tryggja framhaldandi góð úrslit fyri býin við at velja Javnaðarflokkin á býráðsvalinum. Við at velja meg, tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum úrslitum.
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni til býráðsvalið fyri Javnaðarflokkin

tirsdag den 23. oktober 2012

Norðasta Horn í býráðið

Vit arbeiða fyri alla kommununa, - men tað kann hava ein týdning at útjaðara býlingarnir eru umboðaðir í býráðnum.
Tað er gott at búgva í Havn. Tað er gott at búgva á Norðasta Horni, sum er ein av útjaðara býlingunum í Havn, - eitt niðurseturøki, sum liggur eitt sindur burturfrá og sum stórt sæð er uppbygt av sethúsum . Tó so vit hava okkara frálíka býlingshús, sum í høvuðsheitum rúmar okkara dagansingarstovni. Har verða okkara børn passaði, tá tey eru smá. Tey ungu hava í hesum valskeiði fingið eitt gott ungdómstilboð á Norðasta Horni. Ungdómshúsið varð sett á stovn í býlingshúsinum. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá yngra partinum av okkara ungdómi at hittast um kvøldarnar, - tá tey smáu eru farin til hús. Partur av býlingshúsinum er innrættað soleiðis, at hetta ber til. Tey ungu, sum áður einki tilboð høvdu á Norðasta Horni um kvøldarnar, hava nú ungdómshúsið at savnast í.
Tað er umráðandi í komandi valskeiðið at hetta góða tilboð kann halda fram og verða styrkt. Eisini eiga vit at fara at hyggja nærri eftir, hvussu býlingshúsini kunnu gerast enn virknari partur av lívinum í teimum ymsu útjaðarabýlingunum, eisini á Norðasta Horni. Hugsast kann, at tey meira tilkomnu og eldru fólkini á Horninum kunnu fáa gagn av býlinghúsinum. Hugsast kann t.d. at Tilhaldið fyri pensionistar og tilkomin fær ”satelittar” runt um við møguleika fyri nøkrum tiltøkum fyri tey, sum búgva í lokaløkinum.
Í samband við átøk, sum eru í kommununi, eigur kommunan at gera serlig tiltøk úti í býlingunum, fyri at styrkja felagskensluna í økinum. Hetta hevur sjálvsagt stóran týdning fyri trivnaðin. Eigarafeløgini hava ætlaninir fyri teirra øki, sum kommunan kundi stuðlað.
Nú nevni eg einki um bygdirnar, sum hoyra til kommununa, men her kunnu áður nevnda eisini verða ein møguleiki. - Kommunan hevur í valskeiðinum sett á stovn fleiri ungdómstilboð m.a. í Nólsoy.
Við Javnaðarflokkinum á odda eru úrslit skapt, eisini á hesum økinum. Við at velja Javnaðarflokkin á kommunuvalinum, tryggja tú, at tað framhaldandi koma úrslit, - og við at velja meg tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum úrslitum.
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð

søndag den 21. oktober 2012

Marghøll í vesturbýnum

Nú landið fer at byggja spennandi skúladepilin í Marknagili, fer ein stórur hópur av ungdóminum í býnum,  at halda til í vesturbýnum í Havn ein stóran part av degnum. Aktivur livandi ungdómur, sum bæði kann og vil so mangt annað enn bara at ganga í skúla. Trongligt er í Havnini við hallum til ítróttarlig tiltøk og tær sum eru, verða í dag brúktar frá morgni til myrkurs – og nakað væl afturat.
Oftani er brúk fyri at hallirnar rúma øðrum enn teimum íðkandi og umstøðurnar at húsa størri nøgd av áskoðarum til størri kappingar ella serliga spennandi dystir, - tær eru faktisk rættuliga smáligar her í Havn.
Sostatt tørvar okkum eina størri høll, sum kann rúma nógvum ymiskur ítróttarligum virksemi, men sum eisini gevur góðar umstøður til tey, sum á einhvønn hátt eru við at stuðla og stimbra ítróttini og kappingunum. Samstundis kann ein slík høll skipast soleiðis, at hon kann rúma øðrum tiltøkum, sum krevja rúmligar umstøður.
Áhugaverda ætlanin hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, at byggja eina venjingarhøll við Landavegin er fyribils steðgað.  Haldi tað er so upplagt, at Tórshavnar kommuna tekur tráðin uppaftur her og heldur áfram við arbeiðinum. Kommunan kundi bygt eina marghøll, sum gevur rúmd fyri nógvum ítróttarligum virksemi. Har møguleiki er fyri at hýsa størri kappingum, sum krevja rúmd til nógvar áskoðarar, t.d. oyggjaleikakappingum, landsdystum og finalum í ymsum ítróttargreinum. Høllin kann somuleiðis samvirka við spennandi grannan uppi í Marknagili, skúladepilin.
Javnaðarflokkurin vil skapa góðar umstøður fyri ítrótti og  frítíðarvirksemi í Tórshavnar Kommunu og seinastu árini er væl vunnið fram á leið. Nógv er tó eftir, sum vit vilja virka fyri á hesum økinum. Við at velja Javnaðarflokkin til býráðsvalið tryggjar tú, at kósin verður hildin - og við at velja meg tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum!
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til Býráðsvalið

torsdag den 18. oktober 2012

Rúmd, rúmligt og rúmsátt

Havnin skal megna at rúma. Høvuðsstaðurin skal geva rúmd fyri øllum landsins borgarum, sum vilja búleikast her. Tað skal verða rúmsátt í Havn.
Høgur og lágur skal finna rúmdina í Havn. Sum høvuðsstaður hava vit eisini eina uppgávu í at borgarar við láginntøkum, støk og stakir uppihaldarar, skulu kunna búleikast undir góðum umstøðum, sum tey megna at rinda. Her er bústaðarmarknaðurin soleiðis háttaður, at hetta ikki heilt er møguligt. Her er neyðugt at kommunan slóðar fyri, og í samstarvi við t.d. Húsalánsgrunnin, fær skunda undir at byggja íbúðir, eitt nú kann talan verða um leiguíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan skal tryggja, at íbúðirnar ikki verða ov dýrar at byggja, so húsaleigan liggur á rímiligum støði.
Hetta skal verða við til at fáa fólkatalið í býnum at veksa aftur. Gamaní vilja vit fegin, at tey, sum lesa uttanlands, flyta til Tórshavnar kommunu, tá tey koma aftur, men Havnin skal bæði verða fyri tey, sum hava útbúgving og tey sum onga útbúgvning hava. Tað skal vera rúmsátt í Havn.
Fyri at fólk skal trívast í Havn er neyðugt at vit hava eitt breitt úrval av bústaðarmøguleikum í býnum, tað verði seg til tey sum vilja hava egin hús, stórar íbúðir, smáar íbúðir, lestraríbúðir, vardar íbúðir. Tey sum búgva á stovni, tey sum búgva heima og tey sum eru heimleys. Tað skapar eitt fólkaligt margfeldni, sum skal eyðkenna ein virknan og væl riknan høvuðsstað.
Javnaðarflokkurin hevur tað sosiala medvitið, sum er neyðugt fyri at hetta kann eydnast. Við at velja Javnaðarflokkin kanst tú tryggja, at leiðin til ein rúmsáttan høvuðsstað verður gingin. Við at velja meg, tryggjar tú at arbeitt verður við hesum komandi árini.
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið

Skal eg lova tað?

Tú kanst verða vald upp á tað, sum tú lovar – men afturvald upp á tað tú hevur gjørt !
Tað er altíð ein avbjóðing at lata seg stilla upp aftur til eitt kommunuval, - havandi orðini omanfyri í huga. Havi sjálv havt tann spennandi møguleikan at verið limur í Tórshavnar Býráði seinastu fýra árini, - sum hava verið eitt sera spennandi tíðarskeið hjá býnum – og hjá mær.  Viðgangi blankt, at eg ikki havi tann mest sjónligi av býráðslimunum, og havi nokk gloymt at fara út at varpa ljós á mín leiklut í hesum spennandi arbeiði, so sum árini eru gingin. Býráðsarbeiðið er krevjandi bæði so og so. Onkur tíðarskeið hava mítt vanliga arbeiði, mín eftirútbúgving og privatlívið havt tørv á hægri raðfesting og hava tá onnur í flokkinum fingið høvi til at sleppa framat. Men ta tíðina eg havi havt sæti, havi eg lagt doyðin á at gera eitt dygdargott arbeiði fyri býin, og avrikini í hesi samgonguni hjá okkum í felag tala fyri seg.
Kanska var tað ikki tað mest nærliggjandi, at eg sum kvinna við sjúkrarøktarfakligari bakgrund skuldi hava eina av høvuðsuppgávunum í havnanevndini....... men hetta hevur verið stak áhugavert arbeiði við nógvum týðandi avgerðum tiknum, sum taka atliti til havnirnar í Tórshavnar kommunu sum portur til býin og sum hava stórar uppgávur í sambandi við arbeiði í býnum, tá vit hugsa um størri skip og flutning – og so trivnaðin í býnum, tá vit tosa um smábátar og útróður.
Framtíðin fer nokk at hava fleiri arbeiðspláss við sær á havnalagnum, fleiri bátabrúgvar til smábátarnar og møguliga fleiri nátungar á sølutorginum í Vágsbotni. Eg kann í øllum førum lova, at mín leiklutur skal ikki liggja eftir, at skapa áhaldandi framburð í býnum, um tú gevur mær høvi at mynda býráðið komandi fýra árini.
Um tað so eru havnirnar í Havn ella bara Havn, so er kósin sett og væl stungið út í kortið seinastu vælskeiðini við Javnaðarflokkinum á odda. Við at velja Lista C til býráðsvalið tryggjar tú at kósin verður hildin og við at velja meg tryggjar tú at arbeitt verður fyri hesum.
Maria Hammer Olsen
Býráðslimur og valevni til býráðsvalið í Havn.