lørdag den 10. november 2012

At búgva, vera barn og gerast eldri í Havn

Í valstríðnum til kommunuvalið hava nógv ymisk viðurskifti verið frammi. Skal her líka tríva í aftur nøkur av mínum hjartamálum, sum eg kundi hugsa mær at fingið loyvi at gjørt meira við komandi valskeið.
1.     Bústaðarviðurskiftini
Havnin skal vera fyri øll. Øll skulu kunnu búgva í Havn. Eisini tey við lágum inntøkum, støk, stakir uppihaldarar og tey við serligum tørvi. Havnin skal eisini verða plássið sum útisetar stremba at venda heim til.
Tað krevur so, at kommunan tekur stig til, saman við Húsalánsgrunninum í nýggja haminum, Bústaðir, at fara undir at gera bíligar íbúðir, bæði leiguíbúðir og lutaíbúðir. Møguligt skal eisini vera hjá teimum, sum vilja hava sítt egna grundøki at byggja á, at fáa fatur á einum slíkum.  Á borgarafundi í Kollafirði var t.d. ongin ivi um, at grundøkir hava fremstu raðfesting í bygdini. Hetta skal farast undir at skipa, eisini við tí í huga, at møguleiki skal verða fyri øðrum slagi av íbúðarbygging enn sethúsum í Kollafirði og útjaðaranum í kommununi.

2.     Eldraøkið
Landið leggur eldraøkið út til kommununar at umsita, allarhelst longu í 2014.
Her má kommunan vera klár at yvirtaka, og her er umráðandi at fáa gjørt ein veruligan eldrapolitikk, sum byggir á nýhugsan.
·       Vit eru errin av Heilræðið (heimavitjunartænastan), Tilhaldinum og tilboðnum um fimleik til eldri borgarar í Badmintonhøllini. Hetta eru átøk, sum skulu stimbrast og mennast.
·       Boðanesheimið fer væntandi at nøkta røktarheimstørvin, og verður kanska seinasta røktarheimið av sínum slag, sum bygt verður í kommununi. Tørvur er á fleiri tilboðum, sum liggja millum tað at búgva heima og búgva á røktarheimi. Hesi tilboð skulu í stóran mun verða við til at fyribyrgja, at tørvurin á røktarheimsplássum verður so stórur.

3.     Barna- og ungdómsviðurskifti
Nýhugsan og nýskapan blómar innan skúlagátt, frítíðarskúlaøkið og barnagarðsøkið.
Úr rúgvuni kunnu vit nevna
·        Frítíðarskúlan í Havnadali – har serligur dentur verður lagdur á náttúruna og djórahald.  Havnadalur er ein perla fyri børn. Tað, sum har fyrigongur, er ein sólstrálusøga. Karmarnir eru tó ov vánaligir og hesir skulu bøtast. Nógvar eldsálir eru, sum kunnu koma við hugskotum. Kommunan skal taka tey í álvara og skapa karmarnar.
·       Kommunuskúlin og tónleikaflokkurin. Virkisfýsnar lærarakreftir sum skapa nakað stórt í góðum samstarvi.
·       Samstarvið millum skúla og útjaðara, m.a. Dímunarverkætlanin har fleiri lærarar úr skúlanum skiftast um at undirvísa í Dímun og har eisini undirvíst verður via Skype. Kann leggja lunnar undir øðrvísi hugsan innan undirvísing. Bygdarmenning mitt í Havn.
·       Fótbóltsflokkurin  í Kommunuskúlanum– nógv umdiskuteraður, men ein nýhugsan og nýskapan, sum eisini kann leggja lunnar undir alternativan undirvísingarhátt. Ein spennandi háttur at møta teimum ungu, har tey eru og har teirra áhugi liggur og samantvinna hetta við undirvísing, so meira fæst burturúr á øllum økjum. Her er tað bara hugflogið (og kanska onkur stirvin lóg ella kunngerð) sum setur avmarkingarnar.
Nøkur fá dømi um tann kreativitet og tað dirvi, sum finst á økinum, og sum kommunan jaligani kann stimbra og kveikja undir, so Havnin eisini er staðurin har borgararnir stremba eftir, at teirra børn skulu ansast og ganga í skúla.
Við Javnaðarflokkinum á odda eru skapt nógv úrslit á hesum økjum, og við at velja Javnaðarflokkin tryggjar tú, at kósin verður fylgd – og við at velja meg, fært tú ein sum vil arbeiða fyri hesum komandi árini.
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið 13. november.
Tú kanst lesa meira um mínar valtankar á  http://mariahammerolsen.blogspot.com

Ingen kommentarer:

Send en kommentar