søndag den 4. november 2012

Nudistalega yviri við Strond

Komandi valskeið eiga vit, at gera enn meira fyri at menna ferðavinnuna í høvuðsstaðnum.

Tað eru nógvir ymiskir tættir í ferðavinnuni, og skulu vit náa málsetninginum hjá Ferðaráðnum, so eru neyðugt at privatir leikarar og almennu myndugleikarnir taka fleiri felags tøk fyri at lyfta nakrar av tættunum fram á leið. 
Ein av hesum tættum er kamping, sum hevur vundið nógv upp á seg seinastu árini. Í Havn hevur kommunan fyri fleiri árum síðani gjørt eitt kampingpláss yviri við Strond, beint niðanfyri nýggja Boðanesheimið. Hetta er ikki dagført í tann mun, sum neyðugt er fyri at lúka tíðarinnar krøv, og sigast kann, at hetta pláss er eitt slag av øvugtari nudistalegu: Kampistarnir eru væl ílætnir, tí yviri við Strond sigst vera eitt tað kaldasta plássið í Havn, - men kampingplássið er spillnakið. Vit kunnu ikki liva upp til tann standard, sum grannalond okkara hava á kampingplássunum, og tað skal vera okkara minsta krav, at liggja á sama støði sum tey.
Við einum góðum kampingplássi gera vit umstøðurnar hjá teimum kampistum, sum koma hendan vegin, munandi betri. Vit kunnu eisini bøta um møguleikarnar hjá innanlands ferðavinnuni, soleiðis at nógvu kampingvognarnir her á landi kunnu koma til Havnar.
Ferðavinnan gevur møguleikar fyri ”sesong-arbeiðsplássum”, sum ein høvuðsstaður eisini hevur nógv brúk fyri. Her er møguleiki at blanda saman arbeiðspláss til pensionistar, sum kunnu forvinna avmarkaða upphædd, arbeiðspláss til lesandi í teirra summarferiu og arbeiðspláss til fólk við skerdum førleikum – møguleikarnir eru nógvir.
Tílík pláss kunnu verða skipaði á ymsan hátt og ikki er vist, at kommunan skal standa fyri rakstrinum, men kommunan má verða við til at skapa karmarnar, so landsins besta kampingpláss liggur í Havn.
Við Javnaðarflokkinum á odda eru oasirnar í býnum vorðnar fleiri og hesum nýtir ferðavinnan eisini gott av. Javnaðarflokkurin kann fremja fleiri úrslit á hesum økinum eisini og hetta kanst tú verða við til at stuðla við at velja Javnaðarflokkin til Býráðsvalið – og við at velja meg tryggjar tú ein, sum vil arbeiða fyri hesum.

Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið 13. november

Ingen kommentarer:

Send en kommentar