torsdag den 1. november 2012

Gøtunavn í Havn?

Kann man búgva 12 ár í Havn og framvegis vera eitt gøtunavn – bara tí man kemur úr Gøtu?
Alt gott um tað, men havi altíð kent meg vælkomnan í Havn og júst hetta at vera rúmligur, er so avgerandi neyðugt fyri ein virknan høvuðsstað. Her skal verða rúmd fyri øllum. Tá bygdarmenningin ikki røkkur til, so skal Havnin verða staðurin, har ein kann fara til, og vera við til at skapa tað fólksliga margfeldni, sum longu nú eyðkennir býin.
Tað setir krøv til tey, sum skulu stíla fyri, - til tey, sum komandi árini skulu mynda Tórshavnar býráð.
Umráðandi er, at tey eru við til at skapa møguleikar fyri, at øllum kann standa í boði at fáa nakað at taka hond í ella takast við og fáa møguleikan at fáa tak yvir høvdið fyri ein penga, sum herðarnar kunnu bera.
Tað er eisini umráðandi, at vit í Havn hava eitt gott útboð av íbúðarmøguleikum til tey, sum hava serligan tørv; íbúðir, har serlig atlit kunnu takast.
Tað er longu nú klárt at fara undir at byggja slíkar íbúðir á Óðinshædd í Eysturbýnum. Kommunan er klár. Hesar íbúðir liggja nærindis røktarstovnunum og til ber at gagnnýta ymsar hentleikar har, soleiðis at ikki er neyðugt at byggja alt av nýggjum. Kann verða lagamanni, at tey við serligum tørvi kunnu brúka eitt nú fysio- og ergoterapi, kalliskipanir, matskipanir o.t., sum eru nærindis.
Tórshavnar kommuna er so mikið stór og framskyggin, at hon megnar at lyfta hendan tørvin á ein virðiligan hátt. Javnaðarflokkurin hevur tað sosiala medvitið til at skapa úrslit – eisini á hesum økinum.
Velur tú Javnaðarflokkin til Býráðið, tryggjar tú framhaldandi úrslit á hesi leið og við at velja meg tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum!
Maria Hammer Olsen
Býráðslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið

Ingen kommentarer:

Send en kommentar