onsdag den 7. november 2012

Ein rukka og onnur

Ójavnt er hvussu rukkurnar seta sín dám á útsjóndina, so hvørt sum vit eldast. Summi berjast ímóti og fáa tær slættaðar, so aldurin ikki sæst so væl. Øll vilja vit tó fegin eldast, tí alternativið til at gerast gamal er ikki so freistandi. Tí eiga vit eisini at gera okkum greitt, hvørjar møguleikar vit vilja hava, tá vit gerast eldri og stinga út í kortið, hvønn eldrapolitikk kommunan skal hava komandi árini.

Greitt er, at komandi ættarliðini fara at hava heilt onnur ynskir og krøv um møguleikar og tilboð, sum tað almenna skal fyriskipa. Landsmyndugleikarnir hava meldað út, at sokallaða eldraøkið skal umsitast av kommununum um eitt ár ella so, og sjálvt um man kann ivast í, hvussu skilagott tað er, er sera umráðandi at Tórshavnar kommuna beinanvegin fer at raðfesta, at fáa gjørt ein framtíðar eldrapolitikk. Tað eru gjørd arbeiði, sum lýsa økið, m.a. sonevnda eldraálitið, men neyðugt er at fáa slík álit og onnur góð uppskot umgjørd til ein veruligan eldrapolitikk, sum greitt fyriskrivar, hvussu Tórshavnar kommuna í framtíðini skal raðfesta síni átøk innan eldraøkið.

Mítt egna ættarlið og tey komandi fara at tørva nøkur heilt onnur átøk enn tilboðini, sum eru í dag. Vitanin, sum er á økinum, eigur at innganga í framtíðarinnar eldrapolitikk.

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri førum verið undangongu kommuna á eldraøkinum og er  framvegis einasta stað, sum hevur íverksett uppsøkjandi tænastuna, Heilræðið. Ein skipan, sum tað aðrastaðni frá finnast haldgóð prógv fyri, er við til at økja lívsgóðskuna hjá teimum, sum eldast og sum er ein fíggjarligur fyrimunur bæði hjá landi og kommunu. Havnin skal eisini á eldraøkinum verða á odda og vísa á haldgóðar loysnir til frama fyri tey, sum búleikast í býnum.

Eldraíbúðir, tilhald, vitjunartænasta, mattænasta, røktarfyriskipanir, dagtilhald, røktaríbúðir, háskúlatilboð, undirvísing, endurvenjing, stimbran...... ella hvat øll hesi átøk kallast: Hetta skal alt verða ein partur av einum virknur eldrapolitikki í Tórshavnar kommunu.

Við Javnaðarflokkinum á odda í høvuðsstaðnum, kann hetta gerast veruleiki og við at velja meg á býráðsvalinum 13. november, tryggjar tú ein at arbeiða fyri einum virknum eldrapolitikki.

Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið 13. november

Ingen kommentarer:

Send en kommentar